Dátuvernd

Føroya Tele samtakið (FT) savnar inn og viðger persónsupplýsingar gjøgnum okkara tænastur. Í tí sambandi halda vit galdandi lóggávu, undir hesum nýggju Dátuverndarlógina galdandi frá 1. januar 2021. Her hava vit savnað kunning um, hvussu vit liva upp til lóggávuna.

Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi í mun til persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:  

  • Rættin at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar 
  • Rættin av fáa kunning um viðgerðina av tínum persónsupplýsingum 
  • Rættin til at fáa skeivar persónsupplýsingar rættaðar 
  • Rættin til at fáa sínar persónsupplýsingar strikaðar 
  • Rættin til at mótmæla at persónsupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring 
  • Rættin til at mótmæla automatiskum individuellum avgerðum, undir hesum profilering 
  • Rættin til at flyta tínar persónsupplýsingar

Áheitan um innlit og onnur rættindi
Vilt tú gera brúk av omanfyristandandi rættindum, skalt tú senda teldupost til dpo@net.fo. Allar áheitanir hava eina viðgerðartíð á upp til 30 dagar.

Tá søkt verður um innlit, verður samleikaprógv kravt umframt váttan frá løgfrøðiliga eigaranum, um tú t.d. ert í starvi hjá kunda hjá FT samtakinum, um at tú ert brúkari av haldinum. Ert tú í starvi hjá kunda hjá FT samtakinum, skal áheitanin tí eisini váttast av løgfrøðiliga eigaranum av haldinum.

Vilt tú søkja um innlit vegna ein annan persón, so krevst fulltrú frá tí skrásetta.

FT samtakið hevur tilnevnt dátuverndarfólk
Hevur tú spurningar til handfaringina av persónsupplýsingum í FT samtakinum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk, Finnbjørn Simonsen á dpo@net.fo.