Kervið

Vit gera okkum ómak fyri at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.

Tað er okkara uppgáva at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.

Har tað ikki er landfast, og har tað ikki ber til at grava kervið niður í jørðina, eru sjókaðlar lagdir millum oyggja fyri at tryggja eitt trygt og gott kervi. Í dag eru átta sjókaðlar og tvey luftspenni, sum knýta Føroyar saman í eitt net.

Tilsamans knýta 145 km av sjókáplum og luftspennum Føroyar saman í eitt kervi.

 

Uttanlands sjókaðlar

At vit eru fjarskotin í mun til umheimin, er ikki nakað nýtt. Hetta merkir bara, at vit hava tørv á tryggum uttanlandssamskifti gjøgnum sjókaðlar til evropeiska meginlandið.

Fyri at tryggja, at samband altíð er til útheimin, er neyðugt við fleiri sambondum.

NET eigur og rekur millum annað tveir kaðlar út í heim, SHEFA2 og CANTAT-3. NET var ein virkin partur frá byrjanini í sambandi við SHEFA-2.

Felagið stóð millum annað fyri meginpartinum av arbeiðinum við kaðalskipanini umframt at fyrireika byggingina av sjálvum kaðalstøðunum og at leggja landkaðalin í Hetlandi, Orknoyggjunum og skotska meginlandinum.

Í 2011 yvirtók Net tann partin av CANTAT-3 samskiftiskaðalinum, sum gongur millum Ísland, Danmark og Týskland, og hesum arbeiðinum stóð Net eisini fyri tí arbeiðinum. Net rekur og røkjur FT Net SHEFA-2 og Cantat-3.

Alt tele- og datasamskifti hjá føroyingum út í heim gongur gjøgnum hesar kaðlar og tryggjar borgarum og vinnulívi, at tey eru ein partur av alheimsgerðini og virknir luttakarar í altjoða samfelagnum.