Jákup skipar fipurdansin
Samfelagstilvit 2020: Í føroyskum dansi er skiparin ofta gamal í garði. Hann hevur royndirnar, hann hevur stevið, og hann hevur tignina. Hann dugir alt uttanat. Soleiðis er eisini við verkætlanini at leggja fipur inn til hvørt húsarhald. Jákup Nielsen, sum hevur 52 ára starvsroyndir, skipar fipurdansin.
“Vilja tær hoyra kvæði mítt, vilja tær orðum trúgva, um hann Ólav Trúgvason, higar skal ríman snúgva. Glymur dansur í høll, dans sláið ring! Glaðir ríða Noregs menn til hildarting. Kongurin letur snekkju smíða har á sløttum sandi; Ormurin Langi størstur var, bygdur á Noregs landi”.
Kvæðið Ormurin Langi er vorðið fólkaogn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tað, og tað hevur verið lisið og lært í nógvum skúlum. Kvæðið er væl sett saman, frásøgnin er livandi og hongur væl saman, og orðalagið er fyndugt.
Í okkara hugaheimi er Jákup Nielsen fólkaogn. Gamaní er hann stillur og lítillátin í medferð, og tískil kennir ikki hvørt mansbarn hann. Men aftan fyri spakføra andlitið liggur ein veldig vitan. Hann hevur arbeitt í samtakinum í 52 ár.
Jákup hevur sostatt royndirnar, stevið og tignina at skipa fyri verkætlanini at leggja fipur inn til hvørt húsarhald. Jákup var um konfirmatiónsaldur, tá ið hann byrjaði í starvi, og hann hevur altíð havt áhuga fyri at tekna, prosjektera og planleggja.
Í 1975 prosjekteraði hann sítt fyrsta kaðalnet á Müllerstrøð á Argjum. Síðani hevur hann teknað kaðalnetið til útstykkingarnar kring alt landið. Í 1996 fór arbeiðið í gongd at digitalisera telefonnetið, og tá varð Jákup ein av verkætlanarleiðaranum.

Síðani 1997 hevur Jákup verið deildarleiðari á Kaðaldeildini, sum er ein stór og týdningarmikil deild. Kaðaldeildin hevur ábyrgdina av kaðalnetinum, sum liggur kring alt landið. Tað knýtir bygdir, býir, húski og virki saman við sjókaðlunum, sum knýta oyggjarnar saman.
Kaðalnetið er grundarlagið fyri øllum fjarskifti í landinum. Tey árini, sum Jákup hevur verið leiðari í deildini, er stórur partur av netinum útbygdur av nýggjum sum fipurnet, og nú er so farið í gongd við tað næsta stóra takið at leggja fipurnet út til øll húsarhald og virki í landinum.