Kvívík fresað inn í framtíðina
Samfelagstilvit 2020: Við árslok 2020 fingu kvívíkingar fipurnet. Kvívík var ein royndarverkætlan millum NET og ein undirveitara, sum veitti serútgerð og samstarv. Kvívík var sostatt millum tey fyrstu at fáa nýggju tøknina.
Í 2018 setti NET sjøtul á verkætlanina at leggja fipurnet kring alt landið, og seinni sama ár vórðu fyrstu húsarhaldini á netinum. Tað vísti seg tó skjótt, at verkætlanin var fyri bakkasti, tí tað var trupult at fáa undirveitarar at gera arbeiðið at fresa og grava netið undir jørð.
Í februar 2020 birtust tó glottar í verkætlanini, tá ið avtala varð gjørd við undirveitara. Í fyrsta umfari samdust partarnir um at gera eina royndarverkætlan at leggja fipurnet inn til hvørt húsarhald í Kvívík. Sostatt gjørdust kvívíkingar millum tey fyrstu, ið fingu fipur í Føroyum.
Arbeiðið hilnaðist væl. Veitir vórðu grivnar, fresað varð í vegir, tún og onnur øki í bygdini, og heitt varð á bygdarfólk um leiðbeining og góða hjálp, tí allir matrikklar stóðu fyri tørni. Arbeiðið varð nærum liðugt við árslok 2020.
Í 2021 er avtalan við sama undirveitara longd við enn einari royndarverkætlan við Norðskála og á Oyri og Oyrarbakka.