Hvat er Bit Stream Access?
Við eini Bit Stream Access (BSA) avtalu millum veitara og NET kann veitari menna og branda egnar breiðbandstænastur, ið byggja á royndar loysnir frá NET.
Við BSA avtalu er sambandið millum veitaran og kundan í tryggum hondum. Veitari kann bjóða kundum sínum eitt álítandi, trygt og effektivt samband og virka á einum marknaði, sum alla tíðina er í broyting.
NET setir upp og rekur breiðbandsambandið og útgerðina. Óneyðugt er hjá veitara at gera stórar íløgur, og orkan kann savnast um at veita tænastur til kundarnar.