Vøra

Hvat er leigaðar linjur?

Við leigaðari linju fær kundin fast samband gjøgnum telenetið alt samdøgrið. Sambandið verður latið við flutningsferð úr 64 kbits til 155 Mbit/s um sekundið.

Leigaðar linjur hóska væl til tey, sum hava tørv á einum dygdargóðum samskifti millum fastar adressur og krevja vissu fyri bandvídd, høgari flutningsdygd og tryggari atgongd.