MPLS VPN
Við avtalu um MPLS VPN kann veitari geva kundum sínum “egið net”, ið er stovnað sum ein afturlatin brúkarabólkur á IP-netinum. MPLS VPM byggir á tøkni, ið avbyrgir flutningin hjá t.d. eini fyritøku frá øðrum dátuflutningi hjá NET.
Fyrimunirnir við MPLS VPN eru fleiri:
- Tað hóskar væl til størri net við nógvum deildum, sum eru breiddar út á ymisk øki.
- Fyritøkan fær gagn av høgu rakstrardygdini á netinum hjá Net.
- Veitarin fær høgar og smidligar linjuferðir.
- Verandi adressur kunnu brúkast á nærnetunum.
Sum veitari er tað lætt at koma ígongd við at bjóða út MPLS VPN, og tænastan kann keypast við og uttan beinara og verður veitt gjøgnum ADSL2+, VDSL2 og fipur. Endabrúkararnir skulu einans knýta teirra LAN í IP-beinaran.