Verkætlanarfólk til fipur til heimið

LEYST STARV: Vilt tú verða partur av spennandi landsumfatandi verkætlanini at leggja fipur inn til hvørt húsarhald í Føroyum? So er tað kanska tær, vit leita eftir til spennandi starv sum verkætlanarfólk.

Fipur er tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljóstrevjur. Tøknin letur upp fyri, at telefeløg kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit ella meira. Fyri nærum trimum árum síðani fór verkætlanin fipur til heimið hjá NET av bakkastokki.

Talan er um umfatandi verkætlan, har netið verður gjørt av nýggjum, og fipurkaðal verður lagdur til øll húsarhald og allar fyritøkur í landinum. Í 2021 varð full ferð sett á arbeiðið at dagføra partin av kaðalnetinum, sum liggur út til kundan.

Sum verkætlanarfólk verður tú partur av vælvirkandi toymi og fært ein gerandisdag í spennandi umhvørvi, har avbjóðandi uppgávur eru bæði sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum. Tú kemur at virka sum felagsnevnari í verkætlanararbeiðinum, og at verða knýtið millum projektering, samskipan, samskifti og kundavitjanir.

Ábyrgdarøkini fevna um eitt nú at:

  • Hava samband við veitarar og deildir á NET
  • Hava samband við undirveitarar
  • Hjálpa til kundavitjanir um alt landið
  • Skráseta útgerð, sum skal út til kundan
  • Umsita innanhýsis skipanir

Sum verkætlanarfólk fært tú leiklut við fjølbroyttum ábyrgdarøkjum. Vit ímynda okkum tí, at tú trívist við nógvum bóltum í luftini og avgreiðir uppgávur við nærlagni. Av førleikum er harumframt greiður fyrimunur, um tú:

  • Hevur áhuga og grundvitan um net og kaðalarbeiði
  • Sum heild hevur forvitni eftir at kenna nýggja tøkni
  • Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • Raðfestir gott samstarv og samskifti
  • Virkið kanst luttaka í verkætlanararbeiði

Freistin at søkja er mánadagin 28. mars 2022, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er gamla høvuðssætið í Hoyvík, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Jákup Nielsen, verkætlanarleiðara, á 24 36 90 og jn@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 24 30 06. 


Um NET

NET hevur til uppgávu at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum. Vit gera okkum ómak at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðslu, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.

56 starvsfólk starvast á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og hevur virksemi kring alt landið. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólk okkara, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman. NET er partur av Føroya Tele samtakinum.