Tíðindi
Hósdagur 19. september 2019
NET yvirtekur fipurnet hjá Opus
NET, sum umsitur og rekur fjarskiftisnetið í Føroyum, hevur gjørt avtalu við felagið Opus um at keypa og yvirtaka fipurnetið, sum Opus hevur útbygt á eystari armi av Skálafjørðinum.
Felagið Opus hevur seinastu árini útbygt eitt fjarskiftisnet, sum felagið hevur brúkt til at veita sjónvarpstænastur til kundar í Runavík, Saltangará og á Glyvrum. Fjarskiftisnetið er í høvuðsheitum eitt fipurnet, men aðrar tøknir verða eisini brúktar til partar av netinum.
Avtalan, sum NET hevur gjørt við Opus, inniber, at NET keypir og yvirtekur fipurnetið, sum framyvir verður partur av infrakervinum hjá NET, og sum fjarskiftisveitararnir í Føroyum kunnu brúka til at veita skjótt breiðband til sínar kundar.
Yvirtøkan verður partur av fipurútbyggingini, sum NET hevur sett sær fyri at gera komandi árini. Fipurnet skal byggjast út um alt landið, og avtalan við Opus ger, at tað slepst undan at gera ein part av stóra grevstrararbeiðinum, sum annars skuldi gerast í økinum.