Fipurnet kollveltir tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000Mbit og meira.
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár.
Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar og verður løgd inn til hvørt húsarhald.
At leggja fipur inn til hvørt húsarhald er stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men fipurnet er skynsamari í rakstri enn verandi koparnet.
Róm var ikki bygt eftir einum degi, og sama er galdandi fyri fipur. At leggja fipur inn til hvørt húsarhald tekur tíð. Vit settu skjøtul á arbeiðið í 2018, og nú hava umleið helvtin av húsarhaldunum í Føroyum atgongd til fipurnetið.
Morskranes og Kolbeinabjógv vóru fyrst, men nú hava fleiri enn 10.000 húsarhald runt í landinum møguleika at bíleggja fipurbreiðband. Komandi árini verður netið stigvíst útbygt.
Á kortinum niðan fyri er yvirlit yvir, hvar fipur er tøkt, og hvussu ætlanin fyri útbygging sær út.
Suma inn á kortið fyri at finna ávíst øki ella leita eftir bústaði í leitifeltinum. Har, ið einki av hesum bólkum er tøkt, merkir, at økið liggur uttan fyri tvey ára ætlanini fyri útbygging. Fyrivarni skal tó takast fyri broytingum í ætlanini.
So hvørt sum fipurnetið verður útbygt, kann koparnetið takast úr nýtslu.
Ætlanin fyri niðurtøku av koparnetinum sæst her.
Niðanfyri er filmur, sum vísir arbeiðið at leggja fipur inn til hvørt húsarhald.