Um NET
Tað, ið bindur okkum saman
Sterkast av øllum bondum er tey bond, ið vit menniskju knýta. Og tað man vera grundin til, at vit menniskju ongantíð gevast við at knýta tey. Hesi bond knýtast tó best, og vara eisini longst, tá møguleikin fyri góðum samskifti er til staðar.
Mangt vatn er í ánni runnið, síðan Ólavur á Heygum, bóndi, og hareftir Telefonverk Føroya Løgtings fóru undir at knýta bygdir og býir saman í 1906. Hóast Føroyar eru staddar úti á opnum sjógvi, eru vit í dag eitt framkomið samfelag, har landamørk og frástøða hava lítið at siga. Vit røkka runt knøttin akkurát sum einki.
Fyri hvønn dag, ið gongur, fær skjótt og svikaleyst samband tó meiri og meiri at siga. Bæði fyri einstaka føroyingin og fyri framburðin í okkara samfelag. Ómaksleyst samskifti skulu allir føroyingar kunna taka fyri givið, tí tað er treytin fyri at virka í heimssamfelag okkara.
Fortreytin fyri ómaksloysi er tó, at fólk við góðum førleikum hvønn dag gera sær ómak fyri at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi fjarskiftiskervi, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.
Í síðsta enda hongur alt sostatt á kervinum.
Á NET loyva vit okkum tískil ikki at taka nakað annað fyri givið enn uppgávu okkara, sum er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.
Tað er hesa uppgávu, ágrýtnu starvsfólk okkara á NET greiða bæði dag og nátt.
NET hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og hevur virksemi kring alt landið. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólk okkara, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman.