Minst til telefonkaðalin

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum skal byggja hús.

1. Kaðalinnlegging

Tá tú fert undir at byggja hús, er tað skilagott at leggja eitt telekaðalrør inn til húsið. Tað er tryggast og lættast at leggja eitt rør heilt inn í húsið og harnæst lata el-innføraran leggja telekaðalin inn í rørið.

Telekaðlar verða latnir ókeypis av okkum, meðan pelrør fáast til keyps í øllum HVS-handlum kring landið. Umráðandi er, at kaðalinnføringsdósin (NSP) er lætt atkomulig og ikki verður innilokað ella fjald.

2. Framtíðartryggja hús og net

Tað er týdningarmikið, at tú framtíðartryggjar tíni hús og ta net, sum einaferð skal brúkast í húsinum. Minst tískil til teleútgerð, so tú sleppir undir at fara afturumaftur við teleinnlegging.

Tá tann, sum fer at innføra telekaðalin, fer undir arbeiðið, skal viðkomandi leggja UTP-kaðlar (kat.6) út frá dósini (NSP) ella patchpanelinum og út til hvørt stikk (RJ45) sær.

3. Kundi og Net

Tú, sum kundi, eigur og hevur alla ábyrgd av innleggingini. Net hevur ábyrgdarøki frá brunninum (á myndini) og fram til Netskiljipunkt (NSP).

Sí bláu strikuna frá Brunninum á myndini. Tað er har, sum kaðalin til innførsluna kemur inn í húsið. Hetta er vanliga í einum kjallara, einum fýrrúmi, einum vaskirúmi ella við eitt elmátaraskáp.

Kundin skal tó syrgja fyri at grava eina veit frá mark og fram til húsið (sí mynd), soleiðis at tað verður atkomuligt hjá Net at skoyta innleggingina upp í kaðalnetið.

Kundin skal venda sær til sín veitara, tá klárt er at koma at skoyta.

4. Netskiljipunkt (NSP)

Tað er greiður skilnaður millum kunda og Net. Ábyrgdarøkið hjá Net er til dømis, tá brek er á telesamskiftinum. Tá kannar Net linjuna fram til NSP. Ábyrgdarøkið hjá kundanum er at fáa veitaran at taka sær av innleggingini innanfyri NSP.

5. Hvar liggja telekaðlarnir?

Áðrenn farið verður undir at grava, er tað vert at fáa fólk frá Net út at markera, hvar telekaðlarnir liggja, so sleppast kann undan at gera skaða á telekaðalnetið.

Einki fast mát er fyri, hvussu djúpt slíkir kaðlar liggja. Ver tí fyrivarin og spyr okkum, um tú ivast. Vit koma fegin út at merkja av, hvar telekaðlarnir liggja.

Ring 303030 og bið um at fáa Net at markera, hvar telekaðlarnir liggja. Hav í huga, at tú sjálv/ur ber kostnaðin, um tú ert óheppin og meiðslar kaðalin.