Samstarvsavtalur

NET samstarvar um tøkniligan rakstur og ger serligar uppgávur fyri onnur feløg í Føroya Tele-samtakinum. Talan er um fylgjandi øki:

1. Rakstur av sjókaðalum og søla av kapasiteti fyri Shefa
Rakstrardeildirnar hjá NET standa fyri rakstrinum av sjókaðalunum hjá Shefa, og Heilsøludeildin á NET skipar fyri sølu av kapasiteti í sjókaðalunum. Kostnaðurin fyri arbeiðið, sum rakstrardeildirnar á NET gera vegna Shefa, kemur undir arbeiði upp á rokning, ið verður fakturerað frá NET til Shefa. Arbeiðið, sum Heilsøludeildin ger vegna Shefa, verður gjørt fyri eitt fast árligt gjald.

2. Rakstur av sendinetinum hjá Televarpinum
Henda uppgáva snýr seg um tænastur, ið Radiodeildin hjá NET veitir Televarpinum. Tænasturnar fevna í høvuðsheitum um útbygging og rakstur av sendinetinum hjá Televarpinum. Kostnaðurin fyri hetta arbeiðið kemur undir arbeiði upp á rokning, ið verður fakturerað frá NET til Televarpið.

3. Rakstur av farnetinum hjá FT Samskifti
Henda uppgáva snýr seg um tænastur, ið Radiodeildin hjá NET veitir FT Samskifti. Tænasturnar fevna í høvuðsheitum um útbygging og rakstur av farnetinum hjá FT Samskifti. Kostnaðurin fyri hetta arbeiðið kemur undir arbeiði upp á rokning, ið verður fakturerað frá NET til FT Samskifti.

4. Uppgávur sum Heilsøludeildin ger fyri FT Samskifti
Heilsøludeildin á NET ger ymsar útlandstænastur fyri FT Samskifti. Talan er um umsiting av avtalum og samráðingar um nýggjar avtalur innan altjóða talu- og dátuferðsla (Reiking), altjóða IP-transit, SMS-ferðslu, útlandskapasitet og samflutning. FT Samskifti rindar eitt fast árligt gjald til NET fyri arbeiðið, sum Heilsøludeildin ger fyri FT Samskifti.

5. Arbeiði, sum montørar gera fyri kundar hjá FT Samskifti
Í sambandi við at montørar hjá NET gera tilsetan av breiðbandslinjum hjá kundum hjá FT Samskifti, ella líknandi arbeiði, verða smærri installatiónsuppgávur eisini gjørdar eftir ynski frá kundunum; til dømis uppsetan av eyka stikk ella flyta stikk til annað rúm.  Hetta arbeiðið, sum montørar ger vegna FT Samskifti, kemur undir arbeiði upp á rokning, ið verður fakturerað frá NET til FT Samskifti.