Ókend støða
22. feb. 2022 kl. 11:20 Kaðalumleggingar verða í Miðvági 8. - 10. Mars. Í samband við arbeiðið verður avbrot á breiðbandi og fastneti í Miðvági. Avbrotini verða í tíðarskeiðinum kl 9-15, og avbrotið verður í mesta lagi 2 tímar fyri hvørt hús.
Týsdagin 8. mars: Skaldavegur við síðuvegnum, frá Skaldavegi nr. 10 og norðeftir. (liðugt)
Hósdagin 10. mars: Sunnara síða av Leitisvegi við síðuvegum, frá Kirkjuvegi til vestureftir. Arbeiðið í hesum økinum fer tó bara at ávirka umleið helvtina av húsunum í økinum.
Vika 11: Norðara síða av Leitisvegi við síðuvegum, frá Gummaldagøtu til Heiðaveg (til og við Bónus).
Hetta umfatar allar kundar hjá FT Samskifti, Nema og Elektron.
Umleggingarnar ávirka ikki fartelefonsambandið.