Vit gera okkum ómak fyri at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.
Tað er okkara uppgáva at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.
Har tað ikki er landfast, og har tað ikki ber til at grava kervið niður í jørðina, eru sjókaðlar lagdir millum oyggja fyri at tryggja eitt trygt og gott kervi. Í dag eru átta sjókaðlar og tvey luftspenni, sum knýta Føroyar saman í eitt net.
Tilsamans knýta 145 km av sjókáplum og luftspennum Føroyar saman í eitt kervi.