Vøra

Hvat er rátt kopar?

Við eini avtalu um rátt kopar er beinleiðis atgongd til kundarnar. NET hevur eitt væl útbygd telenet, sum er sera álítandi í rakstri.
Ein avgerandi partur í hesum neti eru tær koparleiðingar, sum liggja undir jørð og ganga inn í mest sum hvørt hús og virki í Føroyum.

Tað eru hesar leiðingar, sum televeitarar hava møguleika at leiga frá NET við at gera eina avtalu um atgongd til ráa koparið.
Við leigu av fysiska sambandinum út til einstaka kundan, kann veitari frítt menna sítt virksemi.

Við eini avtalu um samhýsing samstundis, har NET hýsir útgerð (samhýsingssáttmála), er besta sambandið tryggjað.

Heilsøludeildin
Vilt tú hava meira at vita um breiðbandtænasturnar hjá NET, kanst tú seta teg í samband við Heilsøluna. Far til starvsfólkayvirlitið her.