Avtala um atgongd til svartan fipur gevur eitt fast fipursamband alt samdøgrið. Hetta sambandið fer uttan um optiska transmissiónnetið hjá NET.
Talan er um eina samankroyping av innanhýsis netum, har tað er útgerðin hjá kundanum, sum tekur sær av eftirliti og flutningi av dáta.
Fyrimunurin við hesi tænastu er, at kundin sjálvur hevur fult tamarhald á egnum neti, og hann hevur nærum óavmarkaðan kapasitet.
Ein fyritreyt er hinvegin, at kundin sjálvur hevur útgerðina at fremja flutningin. Henda útgerð kann t.d. setast upp í bygningum hjá NET við at gera eina samhýsingaravtalu.
Heilsøludeildin
Vilt tú hava meira at vita um breiðbandstænasturnar hjá NET, kanst tú seta teg í samband við Heilsøludeildina á wholesale@net.fo ella 303608.
Skjøl
Síggj prísyvirlit, sáttmála og annað: